Týsdagin 3. juli skipar fólkatingið fyri árliga kjakinum um ríkisfelagsskapin, har politiskt orðaskifti verður um sambandið millum Danmark, Grønland og Føroyar.
Í dag sjósetur Fólkatingið eina grønlendska og eina føroyska útgávu av heimasíðuni hjá Fólkatinginum. Við sjósetingini tekur Fólkatingið enn eitt stig fyri at styrkja atkomiligheitina tvørtur um tey trý málini í ríkisfelagsskapinum.